Sera harmiligt fyri føroyskan ítrótt

Forsetin í ítróttarsambandinum, Heðin Mortensen, harmast um, at Føroya Landsstýri hevur avgjørt, at útlendsk ítróttarfólk fyrst og fremst skulu verða lønt av feløgunum, um tey ætla sær hendan vegin.

Tað kom ógvuliga óvart á Heðin Mortensen, at hann í tíðindunum í útvarpinum sunnudagin á miðdegi frætti, at landsstýrið hevði tikið undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum í innlendismálum um at útlendingar, ið føroysk ítróttarfeløg ætla at fáa sær hendan vegin, skulu verða løntir av feløgunum sjálvum. Heðin Mortensen sigur, at hann í tað minsta hevði væntað, at ÍSF bleiv kunnað um avgerðina hjá landsstýrinum, áðrenn farið var í fjølmiðlarnar. ÍSF-forsetin sigur seg verða sera harman um, at løgmaður, ið er verji hjá føroyska ítróttinum, ikki hevur lurtað eftir ítróttarsambandinum.

Fer at avtofta fleiri bygdarfeløg
Heðin Mortensen sigur, at hetta fer allarhelst at avtofta fleiri bygdarfeløg. Hann sigur, at nógv av hesum útlendsku ítróttarfólkunum eisini eru ungdómsvenjarar í feløgunum, og at tað verður ógvuliga trupult hjá teimum smærru bygdarfeløgunum at útvega nýggjar og eins góðar ungdómsvenjarar, sum fleiri av útlendingunum hava verið. Avgerðin hjá landsstýrinum fer fyrst og fremst at raka smærru bygdarfeløgini, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat, at hetta fer beinleiðis at gera smærru feløgini veikari og stóru feløgini sterkari, og tískil verður munurin bara størri og størri millum topp og botn í teimum ymisku ítróttargreinunum.
Somuleiðis undrast forsetin í ÍSF á, at nú landsstýrið hevur avgjørt, at útlendingarnir skulu fáa minst 60 prosent av sínari løn frá feløgunum, at tað ikki verða játtaðir pengar frá landsstýrinum til feløgini, tí annars ber tað als ikki til. Við hesari avgerð hevur landsstýrið avgjørt, at ítrótturin í Føroyum skal verða professionellur, men teir lata ongar pengar við, sigur, Heðin Mortensen. Hann sigur eisini, at tað er løgið, at so nógv orka verður brúkt upp á eitt mál, sum tilsamans snýr seg um í mesta lagi 70 fólk, sum bert eru her nakrar fáar mánaðir hvørt ár.
Sambært ÍSF-forsetanum eru tað hvørt ár eitt stað millum 60 og 70 útlendsk ítróttarfólk her á landi, 30 um summarið, og nøkur fáa fleiri um veturin. Hetta er ein ótrúliga lítil partur av samlaðu mongdini av ítróttarfólki her á landi, ið er okkurt um 15.000, sigur Heðin Mortensen. Vit skulu eisini hava í huga, at hesir útlendingar hava hækkað støðið í nógvum føroyskum ítróttargreinum munandi, sigur hann.

Fáa ikki arbeiði aðrastaðnis
Við tað at ítróttarfólkini ikki kunnu forvinna meiri enn í mesta lagi 40 prosent av sínari løn uttan fyri feløgini, verður tað øgiliga trupult hjá teimum at finna eitt arbeiðspláss, ið kann ganga teirra ynskjum á møti, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur eisini, at tað er púrasta burturvið at siga, at útlendsku ítróttarfólkini hava tikið arbeiði frá føroyingum. Somuleiðis sigur hann, at skuldi tað veruliga blivið arbeiðsloysi her á landi, sum hann sjálvsagt ikki vónar, so steðgar tilgongdin av útlendskum ítróttarfólki upp av sær sjálvum, tí feløgini fáa ikki arbeiði til tey, heldur Heðin Mortensen. Um nú ein útlendskur ítróttarmaður leitar sær hendan vegin, fær familjan hjá honum, t.v.s. kona og børn, ikki loyvi at koma við uttan víðari, og tað heldur Heðin Mortensen verða ótrúliga harmiligt fyri Føroyar sum tjóð.

Fer at vekja ans í altjóða ítróttarheiminum
Umstrídda avgerðin hjá landsstýrinum fer uttan iva at vekja ans millum fólk í altjóðari ítrótt, sigur Heðin Mortensen, og hann væntar, at ÍSF fer at hoyra nógv fyri hetta á millumtjóða ráðstevnum og fundum. Slíkt ryktast skjótt í ítróttarheiminum, og Heðin Mortensen stúrir fyri, at hetta fer at ávirka umdømi hjá Føroyum sum ítróttartjóð.
Í ÍSF hava tey enn ikki gjørt nakra niðurstøðu um, hvat tey fara at gera víðari í málinum, men Heðin Mortensen sigur, at málið verður ikki slept her. ÍSF fer í næstum at hava stjórnarfund, og tá verður málið umrøtt, og væntandi fer leiðslan í ISF í næstum at seta seg í samband við fleiri av lokalfeløgunum fyri at hoyra, hvussu hetta ávirkar tey í teirra gerandisdegi.