Sepp Blatter: Máltøkni er nú eitt krav

FIFA forsetin sigur nú, at máltøkni er eitt krav og ikki ein møguleiki. Tað hendir, eftir at Ukreina ikki fekk viðurkent eitt mál har sjónvarpsmyndirnar vísa, at bólturin var innanfyri.

 

Sepp Blatter hevur ikki verið ein fortalari fyri at nýta máltøkni, men í gjár kom vend í. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at bólturin er innanfyri tá enski verjuleikarin, John Terry, tveitur seg niður og ruddar bóltin vekk. Hóast ein hjálpardómari stóð á sjálvar baklinjuni og bara fáar metrar frá málinum, so kundi hann ikki við vissu siga, at talan var um mál.

 

- Eftir dystin í gjár er máltøkni er ikki longur ein møguleiki, men eitt krav, skrivaði Sepp Blatter á Twitter síðuna hjá sær.

 

Fyrrverandi dómarin, Pierluigi Collina, sum er tengdur at dómaraavdeilingini hjá UEFA, harmast um støðuna. Hann vísur tó á, at tvær líknandi støður hava verið áðrenn og báður ferð varð dømt rætt, sigur Pierluigi Collina sambært BBC.

 

BBC skrivar somuleiðis, at FIFA longu 5. juli kann góðkenna máltøknu. Hóast máltøkni ikki hevur verið nýt, so hevur FIFA arbeitt við málinum og gjørt fleiri royndir.