Hóast tveir lyklaspælarar hjá Atletico Madrid máttu út við skaða í fyrra hálvleiki, so megnaði Atletico Madrid at kempa seg til ein alt avgerandi javnleik á Camp Nou, sum tryggjar teimum spanska meistaraheitið.
Teir vóru ikki spáddir at kunna geva hvørki FC Barcelona ella Real Madrid kapping um meistaraheitið. Nú eru teir spanskir meistarar og eru í Champions League finaluni.
Skaðar ávirka Atletico
FC Barcelona byrjaði uttan Xavi á miðvøllinum, meðan Neymar var klárur nokk til at sita á bonkinum. Atletico Madrid hevði lappað Diego Costa saman til dystin.
Tað gekk bara eitt korter, so mátti Diego Costa, stóra stjørnan hjá Atletico Madrid, lata seg skifta út vegna skaða. Løtu seinni mátti Arda Turan gera tað sama. Hann er somuleiðis ein av lyklaspælarunum hjá Atletico Madrid.
Barcelona kom á odda tíggju minuttir fyri tíð, tá Alexis Sanchez buldraði bóltin í nettakið úr spískum í høgru. Málið kom at kalla úr ongum og talan var um framúr væl rakt skot frá landsliðsspælaranum úr Kili.
Sigurin hjá Atletico Madrid
Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði miðverjin hjá Atletico Madrid, Diego Godín. Hornaspark kom innfyri úr høgru og miðverjin úr Uruguay var hægstur og stútaði bóltin í málið. Væl arbeitt av Diego Godín.
Síðani kom eitt satt meistaraverk frá Atletico Madrid, har teir í 40 minuttir hildu Barcelona frá øllum sum minnir um málmøguleikum. Teir vístu í seinna hálvleiki hví teir eru verdir vinnarar av La Liga. Teir eru so væl skipaðir, at sjálvt ikki Barcelona fann lykilin.
Javnleikurin var fult uppiborin og Atletico Madrid hevur á nærmast ótrúligan hátt sett bæði Barcelona og Real Madrid upp á pláss í La Liga hetta kappingarárið. Seinast Atletico Madrid vann La Liga var í 1996.