Ein útlendingur, sum kom til Føroya í gjár, verður sendur av aftur landinum mánadagin. Talan er um ein 28 ára gamlan rumenara, sum kom til Føroya við flogfarinum úr Reykjavík í Íslandi.
Men tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði ongar pengar til lívsins uppihald hevði heldur onga forkláring upp á, hvat hann ætlaði sær at liva av í Føroyum.
Løgreglan sigur, at slík fólk sleppa ikki inn í landið.
Tey verða kortini ikki útvíst, sum tað eitur. Tey verða afturvíst, tað merkir, at tey verða send aftur, haðani tey komu.
Útlendingar, sum koma higar undir óregluligum umstøðum, kunnu afturhaldast í trý samdøgur.
Sostatt er maðurin settur í varðhaldið í Mjórkadali og har verður hann so sitandi, til hann verður sendur av aftur landinum til Íslands við flogfarinum mánadagin, sigur løgreglan.
Løgreglan í Íslandi fær so boð um, at maðurin er á veg aftur til Íslands. |