Alarmsentralur
? Tað er ikki rætt, at vit ikki tóku tað fyri fult.
Kristian Dahl á politistøðini í Havn, vísir aftur, at alarmsentralurin ikki tók 14 ára gamla Trygva Jacobsen fyri fult, tá ið hann ringdi og bað um hjálp, eftir at hann, sjálvur annar, var farin á land á Glyvursnesi við einum seksæringi týsnáttina.
Hann sigur, at tvørturímóti sendi alarmsentralurin hjálp á staðið beinanvegin.
Hann hevur sjálvur lurtað eftir bandupptøkum av tí, sum varð sagt, tá ið drongurin ringdi eftir hjálp.
?Sambandið var ógvuliga vánaligt, so tað er trupult at hoyra, hvat sagt verður. Í veruleikanum var talan um tríggjar samrøður, tvær á alarmsentralin og eina á politistøðina, so tvær frðir varð sambandið kvett.
Men um tað var kvett tí at drongurin legði hornið á, ella tí at signalið hvarv, veit hann ikki.
Kristian Dahl sigur, at tá ið drongurin ringdi triðju ferð, fekk hann at vita, at hjálp var á veg, tí politisturin, sum tók telefonina á alarmsentralinum, setti bjargingartiltak í verk beinanvegin.
Telefonin hjá alarmsentralinum og telefonin á politistøðini standa eisini á sama borðið, so tað er ikki so langt ímillum og oftast er tað sami politistur, sum svarar báðum telefonunum.
Tó leggur hann afturat, at fyri at kunna veita so góða hjálp sum gjørligt, er tað neyðugt at fáa ymsar upplýsingar.
? Hjá tí, sum er í neyð, kann tíðin tykjast ómetaliga long, hóast talan bert er um nakrar fáar minuttir. Men hesir upplýsingar eru týdningarmiklir fyri at kunnu veita røttu hjálpina. Og tá ið sambandið er so vánaligt, sum tað var í hesum føri, ger tað eisini sítt til, at tað longri tíð at fáa teir røttu upplýsingarnar.
Men nú sigur drongurin, at hann varð spurdur um hann hevði stolið bátin. Er tað ein neyðugur upplýsingur fyri at kunna veita hjálp?
?Eg skal ikki siga, hvat varð spurt um og ikki í hesum føri. Men tað er altíð neyðugt at hava so fullfíggjaða mynd av støðuni sum gjørligt fyri at vita akkurát, hvat skal gerast, sigur Kristian Dahl.
Hann heldur tí, at alt fór fram, sum tað skuldi hesa náttina, seksæringurin av Argjum sigldi á land.