Sendistovur fáa hóttanir

Fleiri útlendskar sendistovur í Stockholm hava fingið hóttanir, sum eru vendar ímóti USA og hinum londunum, sum hava hermenn í Irak.

Tað sigur ein embætismaður á sendistovuni hjá Filipsoyggjunum. Hann sigur við svenskar fjølmiðlar, at fólk hóitta við hevndarálopum á londini, sum hava hermenn í Irak, men meiri vil hann ikki siga. Avstralska sendistovan í Stockholm váttar, at hon hevur fingið eitt hóttanarbræv. Brævið var á arabiskum máli, men av tí at tað ikki er týtt til enskt enn, dugir sendiharrin, Richard Rowe, ikki at siga neyvt, hvat stóð í tí.

Hvørki tann amerikanska ella tann bretska sendistovan í svenska høvuðsstaðnum vilja siga, um tær hava fingið slík hóttanarbrøv