Jonhard Eliasen greiðir frá, at Sendistovan í Brússel í eina tíð hevur arbeitt við at marknaðarføra føroyskan rútmiskan tónleik á meginlandinum í Evropa undir heitinum Atlantic Soundscapes. Konseptið Atlantic Soundscapes er somuleiðis týdningarmikið amboð, ið Uttanríkisráðið nýtir í sambandi við branding av Føroyum. Avtalan, ið ORKA og Budam hava fingið við Tranmusikales festivalin, er ein avleiðingin av Atlantic Soundscapes tiltakinum, ið varð hildið í Brússel í mai 2008.
Spurdur um tað er rætt, at tað er tað almenna skal marknaðarføra føroyskan tónleik svarar Jonhard Eliasen, at avgerandi fyri møguleikarnar hjá føroyskari tónleikavinnu at skapa sær inntøkur á meginlandinum, er, at eitt føroyskt undirstøðukervi verður bygt upp, ið kann beina føroyskan tónleik út á røttu støðini í Evropa - eisini tey virtuellu støðini á alnótini.
Føroysku vinnuligu áhugamálini eru at sleppa so langt út eftir virðisskapanarketuni, sum til ber. Hetta er neyðugt, um framleiðslan hjá gávuríku tónleikarum okkara ikki skal enda sum rávøruútflutningur til útlendska vinnuídnaðinum at gera sær dælt av.
Tætt samstarv hevur eftir hesari tankagongd í seinastuni verið millum TUTL og Uttanríkisráðið. Hetta samstarvið hevur havt við sær, at víðfevnt netverk er bygt upp millum TUTL og booking-feløg og aðrar partar innan tónleikavinnuna í Týsklandi, Fraklandi, Niðurlondum og øðrum londum við. Sáttmálarnir, sum TUTL í hesum sambandi hevur fingið í lag, skuldu givið TUTL munandi betri møguleikar til at veita dyggar tænastur til tónleikarar, sum hava førleika, dirvi og vilja at royna avbjóðingar á marknaðunum í Vesturevropa, sigur føroyski sendimaðurin í Brússel at enda.