Bjørt Samuelsen, tingkvinna
---
Sendistovunet okkara eigur at verða víðkað við umboðan í Grønlandi. Tað er har ”alt” hendir í løtuni. Heimsins eygu líta at møguleikunum og avbjóðingum í Arktis, og her kunnu Føroyar útbyggja týdningarmikil vinnusambond og samstarv á mongum økjum.
Tí leggur Tjóðveldi, saman við Framsókn, uppskot fyri Løgtingið um at seta á stovn sendistovu í Nuuk, at arbeiða fyri tættari vinnuligum, politiskum, mentanarligum, útbúgvingarligum og øðrum samstarvi og sambondum landanna millum.
Arktis og møguleikarnir
Seinastu árini er Grønland vorðið snúningsásin í altjóða áhugamálum fyri vinnumøguleikum og gransking í Arktis. Nú landnyrðings- og útnyrðingssiglingsleiðirnar lata seg upp, verður vinnuliga heimskortið teknað av nýggjum, har Útnorður kemur í brennidepilin. Føroyar liggja ógvuliga sentralt í mun til vaksandi skipaferðsluna ígjøgnum Norðuratlantshav. Hetta merkir, at føroyskur uttanríkispolitikkur, og sendistovunetið hjá Føroyum, má skipast eftir hesum veruleika.
Sera stórur áhugi er fyri at útvinna ymisk ráevni í Grønlandi. Hetta skapar víðfevnt virksemi, nógvar fyritøkur verða gróðursettar í Grønlandi og fleiri túsund arbeiðspláss væntast at vera skapt komandi árini. Eingin ivi er um, at her liggja stórir møguleikar hjá føroyskum vinnufyritøkum at bjóða sínar førleikar fram, og skapa samstarv við grønlendskar fyritøkur – eitt nú innan byggi-, ráðgevara-, olju-, tryggingar-, fíggingar-, útflytara-, og ferðavinnuna.
Eisini er givið, at londini bæði kunnu fáa stóra gleði av at samstarva meira á øðrum økjum – eitt nú um skipanir á heilsuøkinum og innan útbúgving.
Longur út í heim
Londini í Norðurlandaráðnum hava mælt stjórnum sínum til at styrkja sambandið landanna millum, og í størri mun samstarva um sendistovuvirksemi. Ein tilráðing, sum Løgtingið tók undir við. Somuleiðis heitti Útnorðurráðið fyri nøkrum árum síðani á stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi um at stovna sendistovur í londunum hvør hjá øðrum. Sendistova Føroya í Grønlandi kann við fyrimuni samskipast við virksemi hjá grannum okkara, mest nærliggjandi hjá íslendingum, sum í løtuni fyrireika at lata upp sendistovu í Nuuk í septembur.
Føroysk sendistova í Grønlandi kemur at fáa alstóran týdning sum hjálpandi hond at útbyggja samstarv landanna millum. Og Sendistova Føroya í Nuuk kann eisini gerast ein miðdepil fyri vinnuligum og mentanarligum sambondum millum Føroyar og onnur lond, eitt nú úr Evropa, USA og Asiu, sum í løtuni styrkja sína støðu í Grønlandi.