Sendiharrin gav løgmanni ein fótbólt

Fyrrapartin í dag vitjaði eysturríkski sendiharrin í Keypmannahavn, Erwin Kubesch, í Tinganesi Erwin Kubesch, sendiharri er á kunnandi ferð í Føroyum.

Sendiharrin hitti fyrrapartin løgmann, Kaj Leo Johannesen. Teir skiftu orð um m.a. altjóða fíggjarkreppuna, fiskivinnu og ES. Prátað varð eisini um fótbólt og landsdystin millum Føroyar og Eysturríki, sum verður leygardagin.

Sendiharrin handaði løgmanni eina gávu, ein fótbólt av tí slagnum, sum blivu brúktir undir EM í Eysturríki og Sveis í summar, sigur løgmansskrivstovan.