Sendiharravitjan í Klaksvík endaði hjá Jórun

Fyrrapartin í gjár vitjaði eitt lið av 28 sendiharrum á býráðsskrivstovuni í Klaksvík, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti. Við í ferðini vóru 54 fólk, umboðandi 28 lond umframt Danmark og Føroyar.

Í býráðshøllini góvu borgarstjórin og Dávur Winther, mentanarleiðari, eina almenna kunning um Klaksvík, og hvat her rørist. Eisini Durita í Grótinum greiddi frá virkseminum hjá Kósini, áðrenn farið varð eina rundferð inni á virkinum.

Síðan varð farið niðan í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein, sum so mangan áður, greiddi hugtakandi frá og sang til endans »Nú leiti eg til tína náði«.

Tá ið bussurin, sum var aftan fyri sína tíðarætlan, skuldi avstaðaftur við sendiharrafylginum, kom róp í. Tey bóðu um – ella rættari forlangaðu – at sleppa niðan til Bakaríið hjá Jórun at keypa knekkbreyð! Tey høvdu ikki smakkað so vælsmakkandi knekkbreyð áður, sum hesi, ið tey høvdu fingið í býráðnum, og hetta hevði vakt teirra áhuga í at fáa at vita, hvør gjørdi hesi knekkbreyðini.

Soleiðis bar tað á, at heilir tveir stórir bussar og trygdarvørðar steðgaðu uttan fyri Hjá Jórun, har gestirnir fyltu upp í posar av hesum serliga knekkbreyði, sum teimum dámdu so sera væl. Tann eini sendiharrin tók til: Tit tosa um, at tit eru fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya – Skjótt verða tit høvuðsútflytarar av knekkbreyð, og so læði hann so sáttliga.

Uppskriftin, sum Jórun nýtir til hesi serligu knekkbreyð er kveikt úr bókini, Lætt & Leskiligt hjá Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk.

Eftir vitjanina hjá Jórun, helt sendiharrafylgið leiðina fram til Runavíkar, har býráðið fyrst tók ímóti og síðani Bakkarfost. Síðan gekk leiðin beint á flogvøllin, haðani sendiharrarnir fara aftur til Keypmannahavnar í kvøld.

Orð og myndir: Dávur Winther