Í dag er føstulávintsmánadagur, og hetta merkir, at børn kring alt landið fara at ganga grýlu í kvøld.
Í hesum sambandi heita vit á tykkum lesarar um at senda okkum myndir inn av grýlunum, sum vit kunnu deila á heimasíðuni seinni í kvøld. Uppá henan mátan kunnu so nógv sum gjørligt síggja, hvussu nógvar kreativar og stuttligar grýlur eru at síggja kring landið í dag.
Myndir kunnu sendast til red@in.fo. Myndirnar, sum koma inn, verða lagdar inn á in.fo sum ein myndarøð.
Føstulávintssunnudagur er altíð sjey vikur áðrenn páskadag, sum er fyrsti sunnudagur eftir fyrsta fullmánan eftir várjavndøgur.