Sendi bumbu til Hillary Clinton

Barack Obama hevur eisini fingið ein líknandi pakka

 

Seint týskvøldið fekk Hillary Clinton eina bumbu sendandi í postinum. Tað upplýsir Secret Service, lívverjan hjá amerikanska forsetaembætinum. Líknandi pakkar eru eisini sendir til Barack Obama, forseta, og vinnulívsmannin George Soros.

 

Enn hevur eingin tikið ábyrgd av pakkunum ella boðað frá, hvør grundgeving er fyri at senda teir.

 

Løgreglan í New York, har Clinton-hjúnini búgva, samstarvar við bæði FBI og Secret Service í málinum.

 

Eingin av teimum trimum bumbunum er brostin. Tann til Hillary Clinton bleiv steðgaður í postsorteringini í heimi teirra og tann til Barack Obama bleiv steðgaður áðrenn hann kom fram til húsini. Tann til George Soros bleiv latin upp, men bumban brast tíbetur ikki.