Senda ov nógv fólk á Landssjúkrahúsið

Nýggja vaktarskipanin hjá kommunulæknunum virkar stak væl, men ábøtur skulu gerast, so at færri sjúklingar verða sendir á Landssjúkrahúsið, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Nýggja vaktarskipanin hjá kommunulæknunum virkar stak væl.

Tað er niðurstøðan hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og Heilsumálum, nú tað eru 10 mánaðir síðani, at ein nýggj vaktarskipan varð sett í verk fyri kommunulæknarnar í øllum meginøkinum.

Kortini staðfestir hann eisini at eitt brek við skipanini er, at ov nógvir sjúklingar verða sendir til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum.


Elvir til ótryggleika

Nú hava fólk í øllum meginøkinum eina telefon á Landssjúkrahúsinum at ringja til, tá ið brúk er fyri lækna um kvøldið og um næturnar og annars uttanfyri vanliga viðtalitíð.

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður staðfesti í løgtinginum nú ein dagin, at tað eru mong dømi um, at skipanin ikki virkar nóg væl og tað eru eisini nógv dømi um, at tað elvir til ótryggleika úti um landið, tí uttanfyri vanliga viðtalutíð er tað tvørligt at sleppa til lækna í bráðneyðugum ørindum.

Hann segði at nógv dømi eru um, at nýggja skipanin kennist fjar frá brúkarunum og elvir sostatt til ampa og tí heldur hann, at tað hevur skund at endurskoða hana.


Virkar stak væl

Men Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, er ikki við upp á, at skipanin virkar so illa.

- Yvirhøvur virkar nýggja vaktarskipanin stak væl, sigur hann.

Hann hesar 10 mánaðirnar, skipanin varð sett í verk, hava kommunulæknarnir havt 15.000 viðtalir. Talan er sostatt um einar 50 viðtalir á hvørjari vakt og av teimum eru helvtin avgreiddar umvegis telefonina.

- Hendan skipanin ber í sær, at sum heild hava kommunulæknarnir nógv færri vaktir og fáa sostatt arbeitt nógv meiri í vanligari viðtalutíð um dagin.

- Og akkurat tað var endamálið við skipanini, leggur hann afturat.

Hann sigur, yngri læknar hava ongan áhuga í at gerast kommunulæknar, tá ið kvøld- og náttarvaktirnar verða ov nógvar.

- Hinvegin staðfestir hann eisini ein triðingur av kommunulæknarnir eru skiftandi, fremmandir vikarar, sum ikki kenna landið og samskiftismøguleikarnar nóg væl.

Og ein avleiðing av tí, er, at ov nógvir sjúklingar verða sendir til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum.

- Ov nógvir sjúklingar í øllum meginlandinum verða noyddir at koyra á Landssjúkrahúsið til læknavaktina har og tað er ein partur av skipanini, sum ikki virkar nóg væl.


Koyrandi vaktir brúkast meir

Hans Pauli Strøm sigur, at umframt læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, eru koyrandi bakvaktir, men tær verða ikki brúktar í nóg stóran mun.

Hann sigur, at tað er eitt brek, sum arbeitt verður upp á at rætta, so at fólk í størri mun kunnu møta hjá kommunulækna úti í økinum, eitt nú á Klaksvíkar sjúkrahús, ístaðin fyri at noyðast at koyra á Landssjúkrahúsið.

Hann sigur eisini, at tey hava alla tíðina havt eftirmetingar og hava tikið allar tær óhepnu hendingarnar, sum hava verið, til eftirtektar og hava rættað tey brek, sum hava verið.

Fleiri tinglimir vísti á, at hóast skipanin er ein bati fyri læknarnar, er talan um eitt afturstig fyri sjúklingarnar kring landið og teir vónaðu, at tey brekini eisini verða rættað.


Læknarnir rýma

Kortini var víst á, at tað var neyðugt at seta hesa skipanina í verk fyri at kommunulæknarnir ikki skuldu rýma og so høvdu vit ongar kommunulæknar, tí ongin lækni tímir at hava vakt annaðhvørt, triðjahvørt, ella í besta føri, fjórðahvørt samdøgur.

Sostatt hevur nýggja vaktarskipanin beinleiðis samanhang við trotið á lommunulæknum, tí varð skipanin ikki sett í verk, er ongin sum helst ivi um, at teir kommunulæknar, sum eru eftir, høvdu eisini rýmt.

Og afturfyri er so tænastan í vanligari viðtali um dagin munandi batnað, tí læknarnir arbeiða ístaðin fyri at avspáka fyri kvøld og náttarvaktir.