Tíðindaskriv:
– Annan hvítusunnudag gera vit ein heilt serligan túr við Gróthúsvatn, har vit hava fingið Silas Olofson við síni stóru vitan um fugl í Føroyum at greiða okkum frá um tað sera stóra og serliga fuglalívið við Gróthúsvatn. Sambart Silasi eru tað yvir 50 ymisk fuglasløg sum halda til við vatni.
Soleiðis skriva fyrireikararnir til túrin, sum byrjar við Sands skúla kl 15, haðani verður gingið eftir vegnum inn í Brekkur.
– Við vegendan inni í Brekkum fáa vit kaffi og okkurt gott afturvið, skriva fyrireikararnir.
Túrurin er 2-3 tímar.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo