Sum siður er so sendir Rás2 aftur í ár frá Bátastevnuni í Vestmanna.
Vit frætta frá Vilmundi Jacobsen (myndin), sum verður við í bátafylginum, og fer at koma inn frá ymiskum bátum, sum sigla leiðina av Fútakletti, og inn til bátahylin í Vestmanna.
Tíðum frætta vit eisini frá Birgiri Waag Høgnesen, sum verður staddur á økinum kring bátahylin.
Í sendingini, sum byrjar klokkan 14, og heldur fram til umleið klokkan 17 fara vit at spæla sjómansløg, vestmannaløg, og okkurt norskt lag í samband við, at tað er tjóðardagur Noregs í dag.
Tað ber til at hoyra sendingina á hesari leinkjuni: http://www.pressan.fo/index.php?id=101










