Eitt stórt eldgos í eystara parti í Kongo, beint býin, Goma, hevur ført til stóra neyð í økinum. Reyði Krossur í Føroyum sigur, at fleiri hundraðtúsund fólk hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Samstundis eru nógv fólk horvin í ruðuleikanum, og fleiri hundrað børn eru blivin burtur frá familju sínum. Tey flýggjandi hava átrokandi tørv á vatni, mati og at fáa tak yvir høvdið, sigur Reyði Krossur.
Eldgosið hevur eisini oyðilagt ein stóran part av samferðslukervinum, eisini vatnveitingar, streymveitingar, vegir og vegir, umframt at nógvir bústaðir eru oyðilagdir. Ein hálv millión av fólki í Goma hava einki reint drekkivatn, og við so nógvari øsku í luftini, eru fólk í stórum vanda fyri at fáa kolera og aðrar sjúkur í andaleiðini.
– Eldgosið er steinur omaná byrðu í einum landi, ið longu er merkt av vápnaðum stríði, fíggjarligum trupulleikum og umframt at nógv fólk hava kolera, og somuleiðis ganga bæði meslingar, korona og ebola.
Reyði Krossur veitir neyðhjálp í rakta økinum og serliga verður arbeitt verður við at finna familjulimir, sum eru horvnir, umfrmat at tryggja reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur.
Í hesum sambandi er Vár í Dali, sum er altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi í Føroyum, send til Kongo at hjálpa við at seta eina bráðfeingis hjálparmiðstøð upp, og at syrgja fyri, at hon virkar, sum hon skal.