Senda falska stevning frá politinum

Fólk, sum hava fingið eitt bræv frá einum donskum politistjóra, um at tey hava framt lógarbrot, skulu vera púra rólig. Tí brævið er falskt

Í Miðlahúsinum fingu fleiri fólk í gjár eitt bræv frá einum donskum politistjóra, sum nevndi seg Lasse Boje Nielsen, sum millum annað skrivar soleiðis:

 

»Vi engagerer os mod dig, i henhold til artikel 75 i strafferetsplejeloven retssager kort efter en computer beslaglæggelse af vores nationale center for analyse af billeder af børnepornografi og ekshibitionist (CNAIPE) har til mission at identificere ofre og forfattere af indhold af børnepornografi og ekshibitionisme«.

 

Tað kemur so mangt fjant og fjas við telduposti, og tá avsendaraadressan var ein gmail.com adressa, og tá einki navn varð nevnt, og brævið annars illa google-transleytað, so var tað eingin sum tók tað í álvara.

 

Vit vendu okkum kortini til løgregluna at spyrja, um hetta eisini er nakað, ið tey hava ávarað fólk ímóti, og tað gera tey nú.

 

Løgreglan skrivar soleiðis:

 

HETTA ER IKKI FRÁ POLITINUM

 

Føroya Politi hevur fingið fráboðan um, at nakrir borgarar í Føroyum hava fingið teldupost við eini stevning, sum letst vera frá National enhed for Særlig Kriminalitet. Hesin teldupostur er IKKI frá politinum, hann er frá svikarum.

 

Fært tú henda teldupostin, skal tú strika hann og endiliga ikki svara honum. Politi og aðrir myndugleikar høvdu ongantíð vent sær til borgarar á henda hátt.

 

 

 

Soleiðis sær falska stevningin frá politinum út