Tey giftust í vár, men nú er hon útvíst úr Føroyum, dømd fyri at hava bukað mannin.
Ein kvinna, sum herfyri fekk fimm mánaðir fongsulsrevsing tí hon sló mannin við eini jarnstong, er nú send av landinum. Hon hevur eisini fingið innferðarforboð í fimm ár.
Kvinnan hevur sitið í varðhaldi, síðani harðskapurin bleiv framdur fyrst í oktobur. Upprunaliga var hon skuldsett fyri at hava sligið mannin við jarnstong í armin og høvdið hetta eina kvøldið, men tá maðurin bleiv kannaður á Landssjúkrahúsinum, staðfesti læknin, at maðurin hevði onnur líknandi, eldri sár.
Tí bleiv kvinnan, eftir at hon og maðurin vóru avhoyrd, ákærd fyri í tveimum førum at hava sligið mannin, bæði hetta kvøldið, hon bleiv meldað, og nakrar dagar frammanundan.
Kvinnan játtaði seg seka í ákærunum og segði stutt og greitt, at ákærurnar vóru sannar.
Kvinnan greiddi í rættinum frá umstøðunum hesar dagarnar. At tey mest sum alt vikuskifti høvdu keglast um ymisk viðurskifti, ofta sera persónlig. Í ráðaloysi hevði hon gripið stongina og sligið mannin við henni. Hon sigur, at hon sló hann kanska eina ella tvær ferðir á armin og eina ferð í høvdið.
Á Landssjúkrahúsinum taldi læknin yvir 10 sár á høvdinum, bæði nýggj og eldri. Maðurin hevði fingið blátt eyga og blá merki á báðum ørmum. Trý av sárunum vóru so stór, at tey máttu seymast og maðurin fekk tilsamans 11 pentur.
Kvinnan hevur einki tilknýti til Føroyar uttan mann sín og hevur ikki fingið nakað nevnivert netverk í Føroyum. Hon kom til Føroya í vár og tey giftust stutt eftir.
Ákæruvaldið hevur ákært kvinnuna fyri grovan harðskap av tí, at hon hevur nýtt eitt vápn í harðskapinum. Stongin var 59 sentimetrar long og vigaði eitt hálvt kilo og hevði ein møtrikk í endanum.
Rættarmálið móti kvinnuni bleiv avgreitt fyri einum mánaði síðani, men eftir dómin, bleiv hon førd aftur í Mjørkadal. Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, váttar í dag fyri Miðlahúsinum, at kvinnan nú er víst av landinum og situr dómin í einum fongsli í Danmark.