Senatið segði aftur nei

Fyri triðju ferð hava republikanararnir í amerikanska Senatinum lagt fót fyri eitt uppskot um nýskipanir innan amerikanska fíggjarkervið. 56 av teimum 100 senatorunum í Senatinum atkvøddu fyri at lata uppskotið fyri til endaliga viðgerð. Men 42 atkvøddu ímóti, og tað var nóg mikið til at steðga málinum, tí demokratarnir muggu tryggja sær 60 atkvøður fyri at fáa málið avgreitt.

Politiskir eygleiðarar í Washington vænta, at partarnir fara at gera eina neyðsemju, tí meiningakanningar hava víst, at ein meiriluti av amerikanska fólkinum vil hava nýskipanir innan fíggjarkervið.