Búskaparliga bjargingarætlanin upp á 700 milliardir dollarar – umleið 3.500 milliardir krónur – sum skal hjálpa amerikanska fíggjarmarknaðinum úr kreppuni, kemur til atkvøðugreiðslu í kvøld.
Meirilutaleiðarin hjá demokratunum í senatinum, Harry Reid, fekk í gjár fullan stuðul frá senatorunum at avgreiða týdningarmiklu atkvøðugreiðsluna.
Bæði forsetavalevnini, republikanski John McCain og demokratiski Barack Obama, hava gjørt greitt, at teir fara til Washington at taka lut í týdningarmiklu atkvøðugreiðsluni, sum fer fram klokkan 19.30 lokala tíð.
Ætlanin, sum senatið skal atkvøða um, er ein minni justerað útgáva av uppskotinum, sum fall við atkvøðugreiðsluna í Umboðsmannaráðnum mánadagin. Tað skapti panikk á børsunum og fekk partabrævakursirnar at kava.
Í gjár hækkaðu kursirnir kortini aftur á amerikanska marknaðinum, og tað verður tikið sum eitt tekin um, at íleggjarar hava álit á, at Kongressin hesaferð fer at samtykkja bjargingarætlanina.
Leiðandi politikarar vóna, at ætlanin verður viðtikin við munandi meiriluta í senatinum, so trýstið verður so mikið størri á politikarar í Umboðsmannaráðnum at samtykkja uppskotið, tá teir hittast í morgin, skrivar danska blaðið Børsen.