Ein fólkaatkvøða í Føroyum kann verða tað, sum loysir áralongu politisku ósemjuna um eina føroyska stjórnarskipan.
Tað heldur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Fullkomilig naggatódn er komin í málið um eina føroyska stjórnarskipan og Kári P. Højgaard sigur, at skulu vit koma víðari við eini føroyskari stjórnarskip, kann tað verða ein loysn at leggja tær orðingar, politisk ósemja er um, til fólkaatkvøðu, sigur hann.
Kári P. Højgaard er boðin til Íslands um mánaðarskiftið at vitja íslendska innanríkisráðharran, Øgmund
Jónasson.
Eitt av teimum málunum, Kári P. Højgaard fer at tosa við íslendska starvsbróður sín um, er fólkaatkvøðan, sum var í Íslandi herfyri um nýggja grundlóg.
Á fólkaatkvøðuni vórðu íslendingar spurdir, hvussu grundlógin skuldi orðast á ymsum økjum.
- Í Føroyum hava vit tosað um eina nýggja stjórnarskipan í eini 12-13 ár, men vit eru enn ikki komin á mál, staðfestir Kári P. Højgaard.
- Tað er heldur onki, sum bendir á, at tað fer at eydnast at koma til eina politiska semju.
- Mangan eru tað bara einstøk orð ella heilt smávegis orðingar, sum hava so stóran týdning fyri ávísar flokkar, at teir ikki vilja boyggja seg. Tískil er naggatódn fullkomiliga komin í og ongi útlit eru fyri nakrari loysn.
- Tí fari eg at umrøa við íslendska innanríkisráðharran at vita hvørjar royndir teir høvdu av íslendsku fólkaatkvøðuni.
Kári P. Højgaard sigur, at skulu vit koma víðari við eini føroyskari stjórnarskip, kann tað verða ein loysn at leggja tær orðingar, sum skilja teir politisku flokkarnar, til fólkaatkvøðu, so at føroyingar kunnu taka støðu til stríðsmálini.
- Í Íslandi vórðu politiskar ósemjur um grundlógina loystar við at leggja stríðsmálini til fólkaatkvøðu.
- Tað kann esini verða ein loysn í Føroyum, heldur enn at lata smáting forða fyri, at vit koma á mál við arbeiðnum so at vit fáa eina føroyska stjórnarskipan, heldur landsstýrismaðurin í innlendismálum.