Løgtingsformaðurin hartar stóran part av løgtinginum í fjølmiðlunum og skuldsetur løgtingsfólk fyri ikki at vísa løgtings umboðsmanninum virðing, í samband við at støða skuldi takast um hvørt verandi umboðsmaður skuldi halda á í eitt fimm ára skeið afturat, ella um ein nýggjur skuldi finnast.
Øll eru samd um at tað er sera avgerðandi at semja er um hvør skal røkja starvið sum umboðsmaður. Tað kom tó týðuliga fram, at samgongan , serstakliga teir tríggjir flokksformenninir, vildu bara hava verandi umboðsmann at halda fram. Til endans trumlaði samgongan sín vilja ígjøgnum. Eg atkvøddi ímóti, tí eg var ikki samdur við samgonguna í hesum máli. Tað at eg var ósamdur, fekk løgtingsmannin at siga at eg saman við stórum parti av løgtinginum ikki vístu virðing. Eg haldi at tað er sera óvirðiligt av einari samgongu at trýsta sín vilja ígjøgnum og als ikki gera nóg mikið at finna semju.
Hesar skuldsetingar frá løgtingsmanninum gera at eg kenni meg noyddan at greiða frá, hví eg atkvøddi ímóti at verandi løgtingsmaður skuldi halda á í eitt nýtt 5 ára skeið.
Skal eitt slíkt embæti fungera er neyðugt, at virðing og løgfrøðilig tyngd er aftanfyri tann persón, ið skal traðka inn í hetta embætið. Okkara fólkagrundarlag ger, at vit hava færri skikkaðar kandidatar til eitt slíkt embæti, samanborið við Danmark ella Svøríki. Tað merkir ikki, at embætið ikki kann fungera hjá okkum. Men heilt ókritiskur kann man ikki vera til hetta uppskotið. Serliga tá hugsað verður um, ymiskt ið er farið fram í seinasta embætisskeiði umboðsmansins.
Sjáldan havi eg upplivað slíkan slíka øsing í løgtinginum sum tað, ið hendi fyri 5 árum síðani, tá umboðsmaðurin kom við síni drúgvu frágreiðing um óskilið í almennu fyrisitingini. Umboðsmaðurin hevði sent frágreiðingina beinleiðis til formansskapin í tinginum vísandi til umboðslógina §10 stk 1.
Tingið setti tá eina grein 25 nevnd. Málið vað meldað til løgregluna. Og danskir serfrøðingar vórðu boðsendir at standa fyri tveimum tænastumannakanningum av aðalstjórum og kanningum av tveimum landsstýrismonnum. Í politikki kemur ivi ikki tí ákærda til góðar. Men rættartrygdin arbeiðir øðrvísi. Allir teir órættaðu persónarnir vórðu reinsaðir. Men milliónarokningina slapp føroyski skattgjaldarin ikki undan at rinda.
Í hesum máli var tað eitt fólkakrav, at ruddað bleiv upp í fyrisitingini. Úrslitið kenna vit, men tað hevur verið burturtagd. Hetta mál er so belastandi fyri sitandi umboðsmann, at eg skilji als ikki at tað kemur uppá tal at lata hann halda fram. Tí virðingin fyri umboðsmanninum er altavgerandi, um embætið skal fungera. Og embætið hevur kostað føroyska skattgjaldaranum dýrt.
Tá umboðsmaðurin fyri 5 árum síðani legði sína lemjandi frágreiðing fram, vísti umboðsmaðurin til §10 stk 1 í lógini. Men í frágreiðingini endurgevur umboðsmaðurin ikki hesa lógargrein rætt. Umboðsmaðurin sigur, at eru álvarslig mistøk ella vansketni farin fram í fyrisitingini skal umboðsmaðurin samb lógina boða løgtinginum frá. Men umboðsmaðurin endurgevur ikki alla lógargreinina! Har stendur nevniliga til seinast, at umboðsmaðurin eisini hevur skyldu til at koma við tilmæli. Hetta ger umboðsmaðurin ikki! Og tað er óivað høvuðsorsøkin til tann ruðuleika vit fingu. Lógin bleiv ikki fylgd.
Úrslitið bleiv, at løgtingið sat við eini meira lemjandi frágreiðing ið var meira enn 100 síður. Men tann, ið hevði gjørt frágreiðingina hevði einki tilmæli, hóast lógin greitt ásetur at slíkt tilmæli eigur at gerast í slíkum føri.
Ístaðin fyri at senda málið aftur til umboðsmannin og biðja hann gera arbeiðið liðugt, fór tingið nú sjálvt undir at spæla fyrisitingarmynduleiki og gera síni egnu tilmæli. At fyrisitingin kann gera mistøk er vælkent. Men at umboðsmaðurin kundi gera mistøk var óhugsandi fyri tingfólk. Tað sum hendi var, at lóggevandi valdið byrjaði nú at virka sum útinnandi vald og tað er sera vandamikið fyri fólkaræði. Úrslitið kenna vit.
Fútin lýddi ikki eftir harraboðum frá løgtinginum, og hví skuldi hann tað. Tað var eitt krav frá løgtinginum, at hvør steinur varð vendur í hesum máli. Og tað bleiv tað. At fyrisitingarligar avgerðir vórðu tiknar, sum seinni vístu seg at vera skeivar er rætt. Men nógvar av niðurstøðunum í hesi umboðsmannafrágreiðing vístu seg sanniliga eisini at vera heilt av leið. Og tilmæli var als onki.
At finnast at er lætt, serstakliga tá atfinnarin ikki vil koma við tilmæli. Tá noyðast onnur at gera tað skitna arbeiði. Og tá atfinnarin ikki torir at koma við nøkrum tilmæli, hevur hann samstundis tryggjað sær at rýmingarleiðin er opin.
Og tað kostaði landskassanum fleiri milliónir at staðfesta mistøkini frá umboðsmanninum.
Í Danmark kemur eingin kandidatur uppá tal sum ”forketingets ombudsmand” uttan at viðkomandi hevur drúgvar royndir sum dómari, er professari í fyrisitingarrætti ella líknandi. Vit kunnu neyvan seta eins krøv í Føroyum. Men vit eiga at hava okkurt lágmark. Embætið løgtings umboðsmaður fær ongantíð størri virðing enn ta virðing, sum tann til eina og hvørja tíð sitandi umboðsmaður hevur. Tá CIP kanningin varð løgd fram fyrr í ár segði Gammeltoft:
I var meget, meget heldige, at jeres første ombudsmand var en forhenværende dommer.
Í dag eru vit ikki eins heppin. Virðingin fyri embætinum hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Løgtingið kann endurseta umboðsmannin fyri eitt nýtt 5 árs skeið. Men tingið kann einki gera við tignina og álitið á embætið. Tað ber ikki til at lóggeva fyri slíkum.
Jákup Mikkelsen,
løgtingsmaður