Ósemja um Sjósavnið: - Landsstýrismaðurin átti at skamma seg

Tað er einki minni enn ein vanlukka, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lækkað játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum; úr 300 túsund krónum niður í 200 túsund krónur.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum er alt annað enn fegin um raðfestingina hjá Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni. Borgarstjórin skrivar í lesarabrævi, at tað er helst bara ein spurningur um tíð til neyðugu karmarnir verða funnir í Klaksvík, haðani landsstýrismaðurin er ættaður, og tá verður fígging eingin trupulleiki.

- Tað, sum undrar meg mest er, at ein fiskimálaráðharri skal hava so negativan hugburð mótvegis einum sjósavni, sm dagliga er við at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu. Bara tankin um at skerja akkurát hesa játtanina er í míni verð stór skomm, tí upphæddin er í teirra verð láturlig, skrivar Heðin Mortensen, og sipar til, at 100 túsund krónur er ikki ein upphædd, sum merkist í landskassanum.

- Hundraðtúsund er bara ein brotpartur av tí, sum sami fiskimálaráðharri og hansara samstarvsfelagar hava játtað sær sjálvum í skattafríum ferðapengum. Álvaratos, at kalla seg fiskimálaráðharra og sum fyrsta avrik í starvinum avhøvda einasta átak av sínum slagi innan fiskivinnufrálæru í Føroyum. Landsstýrismaðurin átti at skammað seg, skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Føroya Sjósavn er ogn hjá einum grunni. Tórshavnar kommuna eigur húsið og økið rundanum, og kommunan letur hvørt ár 400 túsund krónur beinleiðis til grunnin, umframt at hon ber kostnaðin av húsi, umvælingum og øðrum. Aðalmálið hevur verið at menna eina góða skúlatænastu, har ungdómar og børn kunnu fáa møguleikan at nema sær kunnleika til lívið í sjónum rundan um okkum. Nógv túsundtals børn vitja savnið árliga.