Semja um Grikkaland

Eftir drúgvar og truplar samráðingar eru teir politisku flokkarnir í Grikkalandi vorðnir samdir við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin um ymsar sparingar, sum ES og IMF hava sett sum treyt fyri at lata Grikkalandi meiri pengar.

Nú skal eitt uppskot um sparingarnar leggjast fyri tjóðartingið, sum ætlandi skal brúka minst tveir dagar til at viðgera og avgreiða tað. Men fakfeløgini eru í øðini um sparitiltøkini, og tey hava boðað frá einum umfatandi verkfalli, sum kann elva til ófrið.

Tíðindini um, at Grikkaland, ES og IMF hava funnið eina semju, ávirkaðu alt fyri eitt kursin á evruni, skrivar svenska tíðindastovan TT.