Ósemja um fiskidagar

Tað hevur verið trupult hjá vinnunevndini at semjast um fiskidagar, nú nevndin hevur havt málið til viðgerðar seinastu dagarnar, og í morgun var ikki líkt til, at nevndin kundi semjast um eitt felags álit til løgtingið

Fiskidagar

 

Mangt bendir á, at vinnunevndin, sum seinastu dagarnar hevur havt løgtingsmálið um fiskidagar til viðgerðar, neyvan kemur til sættis um eitt felags tilmæli til løgtingið.

Tað er andstøðan á tingi, ið hevur formannin í vinnunevndini, sum er Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum.

Javnaðarmaðurin Gerhard Lognberg, sum hevur tikið sín stuðul til samgonguna aftur, er eisini í vinnunevndini, og roknað verður við, at hann antin fer at halda seg til tilmælið hjá andstøðuni – ella fer at koma við sínum egna tilmæli um fiskidagar.

Ætlanin hjá formanninum í vinnunevndini er, at nevndin skal verða liðug við sítt arbeiði í dag, og miðjað verður eftir, at álitið ella álitini verða klár einaferð fyrrapartin.

 

10% niðurskurður

Sum skilst, bendir mangt á, at meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan, fer at mæla til ein niðurskurð í fiskidøgum upp á 10%, bæði fyri trol og húk. Hinvegin eru ábendingar um, at minnilutin, sum eru samgongutinglimirnir, fara at mæla til ein niðurskurð upp á 20%.

Spurningurin er so, um Gerhard Lognberg fer at taka undir við tilmælinum hjá andstøðuni – ella um hann fer at koma við sínum egna tilmæli um fiskidagar.

 

Gerhard sítt egna

Um 9.30-tíðina í morgun fingu vit heilt stutt orð á Gerhard Lognberg, sum júst í hesi løtu sat á fundi í vinnunevndini.

Vit spurdu hann, um hugsandi er, at tølini, vit hava nevnt um tilmæltar niðurskurðir, fara at halda, segði hann, at nevndin ikki var liðug við arbeiði enn. Tó helt hann tað ikki vera óhugsandi, at hetta verða tølini.

- Men eg fari ikki at taka undir við so stórum niðurskurðum í fiskidøgum, hvørki við 20%, ei heldur við 10%, segði hann.

Hugsandi er tí ikki, at tað verður ein samd vinnunevnd, sum kemur við áliti í morgun, men ein nevnd, sum helst fer at býta seg í ein meiriluta og tveir minnilutar – ella um tríggjar minnilutar.

 

Alt í óvissu

Sosialurin hevur skilt, at Gerhard Lognberg fer ikki at taka undir við eini skerjing av fiskidøgum, sum er meira enn 2%, og tað skal undra mangan, um Heini O. Heinesen fer at taka undir við eini skerjing upp á 20%.

Livst, so spyrst.

Nógvir leikir eru í longum talvi, og soleiðis er eisini í politikki.

Tí er slett ikki vist, at nakað av hesum, ið vit her hava ført fram, fer at halda, tá samanum kemur.

Tað, sum eisini kann henda, er, at ein størri partur av vinnunevndini áðrenn fundarlok fer at semjast um okkurt heilt annað prosenttal, um hetta samstundis kann gerast grundarlag undir eini breiðari semju.