Eftir óvanliga drúgvar og torførar samráðingar samdust danska stjórnin og Danski Fólkaflokkurin seint í gjárkvøldið um fíggjarlógina fyri 2010. Teir seinastu dagarnar hava partarnir stríðst um, hvar í Miðjyllandi eitt nýtt sjúkrahús skal byggjast. Tann spurningurin er ikki endaliga loystur, men semja er um, at teir lokalu myndugleikarnir skulu taka málið uppaftur.
Í gjárkvøldið samdust stjórnin og DF um at játta fimm milliardir krónur til ein vakstrarpakka. Pengarnir skulu brúkast til at framskunda almennar íløgur í sjúkrahús, vegir og orkusparandi umbyggingar.
Samstundis verða tríggjar milliardir krónur settar av til kommunalar íløgur næsta ár, teir almennu kredittirnir til vinnulívið verða longdir eitt ár.
Semjan ber í sær, at næsta ár verða 90 milliardir krónur í halli á donsku fíggjarlógini.