Semja um at linna í Ukraina

Russland, Ukraina, ES og USA eru samd um fleiri tiltøk, sum skulu linna spenningin í Ukraina.

-Vit eru samd um eitt skjal við tiltøkum, sum skulu linna spenningin, segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, á tíðindafundi í Genéve.

 

Eitt av tiltøkunum, sum partarnir samdust um, er, at teir vápnaðu Russlands-sinnaðu bólkarnir í Ukraina skulu lata vápnini frá sær, og teir skulu eisini fara úr teimum bygningunum, sum teir hava hersett. Herumframt var semja um, at allir partar skulu virka fyri linna í Ukraina.

 

Samstundis hevur ukrainska stjórnin bundið seg til at skipa fyri einum opnum kjaki við lokalar politikarar, og stjórnin í Kiev skal virða lokaldemokratiið.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, segði seg vera nøgdan við tað, sum var komið burtur úr fundinum í Genéve, men hann legði afturat, at lyftimi skulu eisini haldast.