Semja um at inntøkuskatturin er ov høgur

Tað var ikki frítt, at tað kendist, at val er í nánd, tá ið tingið í dag viðgjørdi uppskotið frá Bjarna Djurholm úr Fólkaflokkinum um at fremja bruttoskatt við flat-tax skipan.

Orðaskiftið vardi í umleið tríggjar tímar. Eingin politikari segði seg vera ímóti, at inntøkuskatturin verður lækkaður. Allir ásannaðu, at tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, at inntøkuskatturin er so høgur.

Ósemjan var um, hvat skal gerast fyri at lækka trýstið á inntøkuskattin, hvørjar avleiðingarnar av ymsum tiltøkum vera, og hvussu hetta fer at ávirka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, sum fíggjar útreiðslurnar til almennu vælferðina.

Uppskotið varð beint til viðgerðar í fíggjarnevndini.