Londini í ST-trygdarráðnum eru ógvuliga ósamd um, hvussu altjóða samfelagið skal viðgera støðuna í Sýrialandi, har stýrið brúkar hermenn og stríðsvognar ímóti mótmælisfólki. Trygdarráðið viðgjørdi málið í gjárkvøldið. Bretland, Frakland, USA, Týskland og Portugal vildu hava ráðið at samtykkja eina yvirlýsing, sum skuldi fordøma harðskapin hjá stýrinum, men Russland og Kina forðaðu samtyktini við at brúka sýtingarrættin. Eisini Libanon atkvøddi ímóti.
Russar hava leingi havt góð viðurskifti við Sýrialand, og russiski varasendiharrin í ST, Aleksandr Pankin, helt ikki, at tað, sum er hent í Sýrialandi, er nøkur hóttan ímóti støðuni í heiminum sum heild. Hinvegin helt hann, at støðan kann gerast hættislig, um umheimurin leggur seg út í innanhýsis viðurskiftini í landinum.
Russland og Kina atkvøddu heldur ikki fyri samtyktini um tiltøk ímóti Muammar Gaddafi-stýrinum, men ta ferðina brúktu londini ikki sýtingarrættin.