Ósemja í samgonguni um útreiðslukarmin

Tað er stór ósemja samgonguflokkarnar, um øktu útreiðslurnar, sum standa av lønarvøkstrinum, skulu leggjastu afturat verandi útreiðslukarmi, ella finnast undir verandi karmi. Tað upplýsir Dagur og Vika.

Lønarhækkingini hjá almennu fakfeløgunum kostar 27 milliónir krónur næsta ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at lønarkarmurin skal vera tann sami, men Javnaðarflokkurin vil, at útreiðslukarmurin skal økjast við 27 milliónum krónum.

Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, er limur í Fíggjarnevndini. Hann sigur við Dagur og Viku, at tað er semja í nevndini um, at lønarposin skal ikki hækkast.

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin ynsktu ikki at gera viðmerkingar.