Semja millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag

Fríggjadagin skivaðu Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag undir semju. Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. okt. 2007 til 1. okt. 2010 og byggir á ein karm uppá 9 prosent. Smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum og avgerðandi broytingar eru gjørdar um barsil, viðbøtir og førleikaviðbøtir.

Avtalað er, at viðbøtir skulu latast fyri eyka ábyrgd og førleika og viðvíkjandi barsilfarloyvi, so eru nýggjar ásetingar sum geva starvsfólkunum frí uttan løn uttan at missa starvsaldur. Harafturat er eftirlønargjaldið hækkað úr 7 prosentum upp í 11,5 prosent. Semjan er at finna á heimasíðuni www.lnd.fo