Umboð fyri tey 27 ES-londini samdust í gjárkvøldið um at seta ymisk tiltøk í verk ímóti Iran, og mánadagin skulu uttanríkisráðharrarnir taka endaliga støðu.
Tiltøkini eru í fyrsta lagi vend ímóti iranska tjóðbankanum, og sambært semjuni skulu ES-londini leggja hald á alla iranska ogn, sum á ein ella annan hátt kann brúkast til at fíggja landsins kjarnorkuætlanir.
Sambært fronsku tíðindastovuni AFP viðgjørdu umboðini fyri tey 27 londini eisini eitt uppskot um at nokta ES-londunum at keypa olju úr Iran, men sum skilst var ikki semja um at seta eitt tílíkt tiltak í verk. Hesin spurningurin verður kortini lagdur fyri uttanríkisráðharrarnar mánadagin.