NSÍ eigur nógvar og góðar spælarar. Støðutalvan sigur, at liðið er við í kappingini um heiðursmerkini og Europa plássini. Kortini eru teir í Runavík ikki heilt álvuligir við støðuna. Fimm tær seinastu ferðirnar – fýra í landskappingini og einaferð í steypakappingini – er tað bara eydnast at vinna fulla úrtøku tvær ferðir, og fótbóltsspælið er ikki tað, sum undanfarnu árini hevur verið vørumerkið hjá teimum gulu.
Í dag verður lyklauppgerð við Løkin, har B36 ikki hevur vunnið síðani í 2014.
-Nú hava vit spælt tvær ferðir ímóti AB – í steypakappingini og landskappingini. Vit taptu tann fyrra og vunnu tann seinna. Stóri munurin var, at vit funnu úrtøku í landskappingardystinum, meðan vit ikki megnaðu tað í steypadystinum. Vit hava verið trilvandi, og B36 kemur við stórum sjálvsáliti. Vit hava góðan hugburð, og um spælið ikki verður so polerað, so fara vit – væl stuðlaðir av trúføstu áskoðarunum – at stríðast við hond og fót fyri at vinna fulla úrtøku, sigur Árni Frederiksberg, sum skoraði fyrra málið á Argjum síðsta sunnudag.
Á NSÍ skaðalistanum eru Símun Rógvi Hansen og Betuel Hansen. Undan vikuskiftinum var tað ivasamt, um Fróði Benjaminsen verður førur fyri at spæla ídag. Sunnudagin fór hann skaddur av vøllinum í 2-0 sigrinum á Argjum.
Síðsta sunnudag staðfesti B36 við 3-2 sigri ímóti KÍ í Gundadali, at liðið ætlar at vera við í kappingini um heiðursmerkini og Europa plássini.
Í dag er nýggj stór avbjóðing á skránni. B36 fyrireikar seg at fara til Runavíkar, har árstalsfelagið ikki hevur vunnið fulla úrtøku í fýra ár.
B36 venjarin Jákup á Borg hevur gott mót:
-Ímóti KÍ vístu vit, at vit megna at spæla ímóti teimum stóru. Tí var fagnaðurin stórur og lagið er gott, nú vit fyrireika okkum at fara til Runavíkar. Ímóti KÍ vístu spælararnir stóra styrki í nærdystunum, og serliga ungu menninir vístu dirvi, sum eg eisini rokni við, at teir fara at gera aftur í dag. Ikki minst er tað hugaligt, at Erlendur Magnussen og Magnus Holm Jacobsen megna so væl sentralu miðvallaruppgávuna, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
B36 skaðalistin er framvegis langur: Jónas þór Næs, Christian R. Mouritsen, Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen og Robert Heðin Brockie og eykamálverjin Rói Mørk Hentze.