Semingsuppskot um ein ella tveir tímar

Um ein ella tveir tímar, ella so, verður eitt semingsuppskot lagt fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Trætan er ímillum fýra fakfeløg, sum eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Petur Zachariasen, sum er semingsmaður saman við Petur Joensen, sigur, at teir arbeiða fram ímóti einum semingsuppskoti.

Og tað er eitt uppskot, teir miðja ímóti at leggja fyri partarnar um ein ella tveir tímar, sigur annars semingsmaðurin, Petur Zachariasen, fyri Portalinum.

Partarnir fáa so eitt ávíst skotbráð at taka støðu til semingsuppskotið.

Hetta hevur verið ein tungur burður og semingsuppskotið í kvøld verður seinasta og einasta skotið í byrsuni hjá semingsmonnunum, so vrakar annar parturin tað, verður arbeiðssteðgur.