Sørvágs kommuna hevur lýst eitt størri øki, matr. 62h, til sølu, og kommunan ætlar, at her skulu raðhús og/ella íbúðir byggjast.
- Vit ynskja at fáa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, siga tey í kommununi.
Sagt verður, at økið, sum er lýst til sølu, er 5.365 fermetrar, og møguleiki er eisini at keypa part av økinum, vísandi byggiætlanina hjá kommununi.
- Økið liggur uppi á Mýrum í Sørvági - í einum barnavinaligum umhvørvi, tætt við barnagarðin, siga tey í Sørvágs kommunu.