Semingsuppskot millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið

Niðanfyri prenta við semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partanar á Hotel Föroyum í gjár, og sum Starvsmannafelagið vrakaði

Í lønarsáttmálanum verða hesar broytingar gjørdar.


Umflokkingar

1. assistentar verða flokkaðir í 9 og 12, samstundis fellur flokkingaheitið"skrivstovufólk við HH" burtur.

2. Viðvíkjandi Útvarpi Føroya:

Teknikkarar í lønarflokki 12 og 14 verða umflokkaðir í lønarflokk 18

Teknikkari í lønarflokki 18 verða umflokkaðir í lønarflokk 22

Programmedarbeiðarar í lønarflokki20/22 verða umflokkaðir í lønarflokk 24/26

Framleiðarar (producer) í lønarflokki 20/22 verða umflokkaðir í lønarflokk 24/26

Deildarleiðarar verða umflokkaðir úr 29 lønarflokki upp í 34. lønarflokk


3. Viðvíkjandi Sjónvarpi Føroya:

Miðlatøkningarar í lønarflokki 16 verða umflokaðir í lønarflokk 24/26

Programmeðarbeiðarar í lønarflokkki 20/22 verða umflokkaðir í lønarflokk 24/26

Framleiðarar (producer) í lønarflokki 20/22 verða umflokkaðir í lønarflokk 24/26

Deildarleiðarar verða umflokkaðir úr 29. lønarflokki upp í 34. lønarflokk


4. Teknikkararnir verða fluttir úr teknikarar-lønaravtaluni yvir í vanligu lønartalvuna soleiðis:

Teknikaraflokkar 1 - 2 verða fluttir í 15. lønarflokk.

Teknikaraflokkar 3 - 5 verða fluttir í 18. lønarflokk

Teknikaraflokkar 6 - 8 verða fluttir í 22. lønarflokk, tó verða

biologassistentar fluttir í 22. lønarflokk,

savnsteknikarar verða fluttir í 18. lønarflokk og

konserveringsteknikarar verða fluttir í 22. lønarflokk


5. Sosialráðgevarar í lønarflokki verða umflokkaðir í lønarflokk 18/22


6. Bókavørðar í lønarflokki 18/22 verða umflokkaðir í lønarflokk 20/24 7. Grannskoðarar á rannskoðanardeild Landskassans í lønarflokki 20 verða umflokkaðir í lønarflokk 26.


§ 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Frá 1. mars 1999 hækkar lønin við 2,7% og 1. mars 2000 hækkar lønin við 2,7%.


§ 5, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Starvsfólk, sum eru lønt hægri enn í 23. lønarflokki, og sum fáa álagt úrtíðararbeiði fáa úrtíðarløn 1.


§ 10 verður strikað.


Í sáttmálanum um vanligu reglurnar verða hesar broytingar gjørdar:

1. § 62 verður orðað soleiðis:

Báðir partar kunnu siga henda sáttmálan upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. mars 2001.

Í sambandi við uppsøgn av sáttmálanum, kann annar parturin krevja, at samráðingarnar byrja innan ein mánaða eftir, at krøv

eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja at samráðingarnar byrja um endurnýggjan av sáttmálanum 6

mánaðir áðrenn hann fer úr gildi.


Onnur viðurskiftir:


Avtala um karensdagar

Um báðir partar góðtaka hetta semingsuppskotið, bindur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum seg til at skipa fyri, at

lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið, um at Karensdagalógin verður avtikin innan 1. september 1999, og verða

karensdagarnir reguleraðir frá 1. juli 1999.


Við í semuuni eru eisini Protokollat viðvíkjandi arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftum á Strandfaraskipum Landsins.


Harafturat er ein nýggj lønarskipan fyri EDV-fólkini innan starvsmannaelagsøkið.


Tórshavn, hin 2. apríl 1999




Starvsmannafelagið Fíggjarmálastýrið



Nýggj lønarskipan fyri EDV-fólk innan starvsmannafelagsøkið


Skalatrin

Flokkur

A

B

C

D

E

EDV I

25

30

35

40

45

EDV II

30

35

40

45

50

EDV III

45

50

55

60

65

EDV IV

55

60

70

80

85



Mánaðarliga reiðuviðbót fyri persónar, ið ofta verða noyddir at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Bólkur I: 1.500,-

Bólkur II: 2.000,-

Bólkur III: 2.750,-

Bólkur IV: 3.000,-


Reiðuviðbótin dekkar 35 tímar um ársfjórðingin.


Fyri drúgt álag5t meirarbeiði verður eftir umsókn veitt yvirtíð sum er 1:1


Persónar uttan reiðuviðbót og meirarbeiðsskyldu fáa vanliga yvirt´8ið.


Flokkur I: Persónar, sum hava ábyrgd av EDV, sum eru settir á smærri stovnum við einføldum EDV-uppgávum og fáum

brúkarum. T.d. ein stovnur við 5-15 brúkarum, har EDV-økið fevnir um nærnet við skrivstovusjálvvirkning.


Flokkur II: Munurin millum henda flokkin og flokk I er: 1) fleiri brúkarar ella 2) meira fjøltáttaðar og tungar EDV-uppgávur.


Flokkur III: Persónar, sum eru løntir undir hesum flokkinum, arbieða á EDV-økinum á størri stovnum við fjøltáttaðum,

broytiligum og tungum EDV-uppgávum við nógvum brúkarum og knnu í dagligdegnum hava dagliga leiðsluábyrgd av t.d. einum

parti av uppgávunum á stovninum. Munurin millum henda flokkin og flokk IV er ein spurningur um yvirorðnaða

leiðsluábyrgd.


Flokkur IV: Undir henda flokkin koma persónar, sum hava yvirorðnaða leiðsluábyrghd á EDV-økinum og KT yvirhøvur, sum

eru settir á størri stovnum við fjøltáttaðum, broytiligum og tungum EDV-uppgávum við nógvum brúkarum. T.d. T&S,

Gjaldstovan, LV, Alma, Landssjúkrahúsið, Postverkið og SL. Við leiðsluábyrgd verður hugsað um t. d. fíggjarliga ábyrgd, val og

evning av EDV-strategi, -politikki, menning, rakstur og viðlíkahald av EDV-skipanum og leiðslu av EDV-verkætlanum.


Ein kann flyta stig í flokkinum treytað av útbúgving og beinleiðis roynum á økinum. T.d. kann ein óroyndur innan EDV-økið

byrja í A, meðan ein, sum hevur royndir, sum svara til 5 ár, kann liggja í C. Ein nýklaktur datanom byrjar í B.


Verður flutt millum flokkar, missir ein eitt stig fyri hvønn flokk, flutt verður.






Protokollat


Viðvíkjandi arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftunum á Strandfaraskipum Landsins


Partarnir eru samdir um, at ein arbeiðsbólkur skal setast við tí endamáli at útgreina øll arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftir á

Strandfaraskipum Landsins. Øll verkafeløg, sum hava lim/limir í arbeiði hjá Strandfaraskipum Landsins, umboðum fyri

leiðsluna á stovninum/Fíggjarmálastýrinum og við umboðum fyri álitisfólkini á stonvinum/Starvsmannafelagnum.

Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiði í seinasat lagi tann 1. mars 2000.