Semingsuppskot er klárt

Partarnir skulu nú taka støðu til eitt semingsuppskot frá Semingsstovninum

- Eg havi bara eina viðmerking, og tað er, at eitt semingsuppskot verður nú lagt fyri partarnar.


Tað sigur ein fáorðaður Terje Sigurðsson, semingsmaður, ið seinastu vikurnar hevur havt úr at gera at finna eina semju millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Samráðingar hava verið í dag millum partarnar, eftir at Semingsstovnurin í nátt og morgun hevur tosað við báðar partarnar hvør sær. Nú eru samráðingarnar komnar so mikið langt, at Semingsstovnurin leggur eitt semingsuppskot fyri partarnar at taka støðu til. Óvist er tó nær eitt svar kann væntast upp á semingsuppskotið.


Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið í verkfalli í seytjan dagar nú, men glið kom av álvara í samráðingarnar í síðstu viku, tá fakfelagið boðaði frá, at tey frá týsmorgunin klokkan sjey fara at víðka verkfallið til at fevna um sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum.


Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, gjørdi um vikuskiftið greitt, at hon kundi ikki góðtaka, at sjúkrahúsini verða løgd lamin, og hevur møguleikin at steðga verkfallinum við lóg verið viðgjørdur. Men sum nú er, so eru útlit fyri, at partarnir finna eina loysn við samráðingarborðið.