Útlitini fyri eina semju millum Føroya Pedagogfelag og arbeiðstakararnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðið, eru døpur.
Triðja dagin á rað er semingsfundur millum partarnar og Semingsstovnin, men sambært Terje Sigurðsson, semingsmanni, so er tað so mikið langt millum partarnar, at Semingsstovnurin ivast í, um tað loysir seg at halda fram við samráðingunum.
- Støðan er rímiliga fastløst, og vit umhugsa um vit skulu leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar ella bara takka fyri okkum, sigur Terje Sigurðsson, og leggur afturat.
- Vit kunnu staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál. Vit arbeiða við einum endaligum semingsuppskoti, men havi ikki tikið endaliga støðu til, um vit leggja tað fyri partarnar. Tað taka vit støðu til tíðliga í kvøld.
Terje Sigurðsson váttar eisini, at tað er semjan, ið Fíggjarmálaráðið gjørdi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið spøkir í samráðingunum, og at tað, ið skilur partarnar, eru pengar.