Semingsmaður: Eingi útlit fyri semju

- Tað eru eingi útlit í løtuni fyri, at støðan verður broytt. 


Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, tá Miðlahúsið fekk fatur á honum fyrrapartin og spurdi hann, um hvussu vónirnar vóru fyri at finna eina loysn á ósemjuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Klokkan eitt í dag hitti hann umboð hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til eitt kaffiprát, men sambært semingsmanninum, so er støðan rættiliga fastløst í løtuni.


- Vit royna at mýkja partarnar tað sum til ber, men tað er langt millum partarnar, so tað er trupult. Vit hava reguligt samband við báðar partar fyri at vita hvussu støðan er, sigur Terje Sigurðsson, og leggur afturat, at semingsmenninir kunna ikki gera nakað, um stríðandi partarnir ikki eru klárir at flyta seg.


- Tað eru partarnir, ið skulu geva okkum nakað at arbeiða við. Tað er teirra konflikt og teirra ábyrgd. Vit kunna hjálpa til, men tað kunna vit bara gera við tí, ið teir koma við.


Bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hava fleiri boðað frá, at tey eru klár at fara aftur til samráðingar, men bíða bara eftir mótpartinum. Tær fráboðarnirnar tekur semingsmaðurin ikki heilt í álvara.


- Partarnir muga vísa ein vilja fyri at koma víðari. Tað er ikki nokk at siga, at man er klárur at fara til samráðingarborðið, um man ikki sjálvur kann geva nakað, ið gevir mótpartinum tí fatan, at talan er um veruligar samráðingar. Tað er galdandi fyri báðar partar.


Í dag er ein vika síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum og hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnar á deildini fingu boð um at leggja arbeiðið niður.