Margarinfabrikkin fer aftur í ár at skipa fyri tónleikakappingini Sement
Hetta er fjórðu ferð, at Margarinfabrikkin skipar fyri hesi kapping, og áhugin er voksin á hvørjum ári.
Sement er farið frá at vera ein lítil verkætlan, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak.
Í fjør vóru tað Sleepless Ghosts, ið vunnu kappingina við sínum sveimandi indie-poppi. Fyrr hava vinnararnir verið Guðrun & Bartal, ið leggja síðstu hond á sína debutfløgu, og ikki minst Hamferð, ið av sonnum hava sligið sítt navn fast á bæði føroyska og útlendska tungmálmspallinum.
Í samband við tiltakið eru ymsar reglur galdandi. Eitt nú skulu bólkar ella einstaklingar, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar genrur eru loyvdar. Tríggir bólkar sleppa víðari frá hvørjum umfari og til finaluna vera seks bólkar, sum fara at kappast um heitið. Tó kann hetta broytast - alt eftir, hvussu nógvir bólkar melda seg, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi í dag.
Tríggir dómarar avgera, hvør sleppur víðari, og hvør vinnur heitið, sum Føroya besti nýggi bólkur.