Tey næstu vikuskiftini verður tónleikakappingin, Sement, aftur á skránni og tað kann ikki annað enn staðfestast, at hesuferð verður kappingin størri enn nakrantíð. Heilir 22 bólkar hava meldað til og tað merkir, at hesuferð verða trý undanumfør ístaðin fyri tvey, sum hevur verið tað vanliga. Undanumførini verða nú fríggjakvøldið og leygarkvøldið og so aftur næsta fríggjakvøld. 4. februar. Finalan verður so leygarkvøldið 5. februar.
Alt tiltakið verður í Perluni og tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri.
Sement er eitt tilak, har høvið er hjá ungum og nýggjum bólkum at vísa, hvat teir duga til og at vinna sær heiðurin at verða tilnevndir Føroya besti nýggi bólkur.
Vinningarnir eru tíð í spildurnýggja uptøkuhølunum hjá Jónas Bloch á Skálatrøð, umframt gávukort frá tónleikahandlunum Soundcheck og Simma.
Eisini verða umboð fyri føroysku tónleikastevnurnar til staðar og tað kann henda, at onkur bólkur verður boðin at spæla.
- Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og teir verða meira motiveraðir at gera egnan tónleik, at vera sæddir og fáa dirvi til at halda fram við tí, sum teir gera, siga fyrireikararnir.
Bólkarnir, sum spæla fríggjakvøldið, eru Midnight Lovers, Trygvi, Konqueror, Jetty Beast, Hansy og Marsanna, Silverlight Sun og Hvítt uppá Svart
Leygarkvøldið spæla Reverb, Jürghinn, Incurse, Dávur, Nikolina?s Rage, Porcelain Story og Version 5.
Fríggjakvøldið, 4. Februar spæla Screaming Silence, A Blue Journey, The Mirror Men, The Nuclear Family, Tummas Jóhan Larsen, Guðrun og Bartal, Hol í Høvdið og
Stargazed.
Myndin er av Hamferð, sum vann Sement seinast og sum síðani hevur havt ógvuliga blíðan byrð. Á hesari myndini hava tey akkurát vunnið Planet-heiðurslønina.