Hetta er triðja árið á rað, at Margarinfabrikkin skipar fyri hesi kapping, og áhugin er voksin á hvørjum ári. Innleiðandi umførini verða 3. og 4. Februar, meðan finalan verður 11. februar.
Sement er farið frá at vera eitt lítið projekt, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak, ið ein og hvør tónleikaáhugaður í Føroyum kennir til.
Í fjør vóru tað tey bæði Guðrun & Bartal, ið vunnu kappingina. Síðani tá hava tey ikki hugt aftur, men verið sera virkin og endaðu eitt nú á øðrum plássið í sangskrivarakappingini, ið Amnesty skipaði fyri í fjør ár.
Reglur: Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar genrur eru loyvdar.
Tríggir bólkar sleppa víðari frá hvørjum umfari og til finaluna vera 6 bólkar, sum fara at kappast um heitið, at gerast Føroya besti nýggi bólkur.
Tríggir kvalifiseraðir dómarar avgera, hvør sleppur víðari og eisini hvør vinnur heitið sum føroya feitasti nýggi bólkur.
Vinnandi bólkurin fær eitt gávubræv frá Studio Bloch, umframt møguligani at sleppa at spæla á G! ella Summarfestivalinum.
Send navn á bólki, eina lítla bio og kontaktinfo til sement@fabrikkin.fo innan 29. januar 2011