Selvig skjeyt KÍF til sigurs

Nicklas Selvig var stóri málskjúttin hjá tá KÍF í kvøld vann 23 – 20 á Neistanum í høllini á Hálsi. Hann skjeyt 13 mál. KÍF er nú trý stig fremst í Atlantic Airways deildini.

 

Fyrri partur av fyrra hálvleiki var ferðmikil og undirhaldandi. Bæði liðini gjørdu skjótt av í álopsspælinum og verjurnar vóru ikki tættar. Sum tíðin gekk fekk KÍF takið á dystinum. Neistin hevði torført við at bróta ígjøgnum og gjørdi fleiri villir, meðan KÍF revsað við skjótálopum.

 

Bartal Kamban stóð væl í Neista málinum, meðan Nicklas Selvig gekk á odda hjá KÍF. Støðan í hálvleiki var 13-9 til KÍF.

 

Í seinna hálvleiki økti KÍF um leiðsluna, og framvegis gekk Nicklas Selvig á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var ongin spenningur eftir, men seinastu løtu megnaði Neistin við einum góðum enda at minka um munin til 23-20, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Atlantic Airways deildin:

Neistin – KÍF 20 – 23 (9-13)

Neistin: Teitur Magnusson 5, Torstein Balle 4, Terji Mørk 3, Ári Roch 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Berg Hansen 1, Kriss Poulsen 1, Andras Joensen 1, Beinur Davidsen 1, Herbjørn Lava 1

KÍF: Nicklas Selvig 13, Hans Eli Sigurbjørnson 5, Teitur Joensen 2, Ási Dam 2, Rúni Joensen 1

Støðan:

 

1. KÍF 17(Stig)

2. VÍF 14

3. H71 12

4. StÍF 9

5. Kyndil 8

6. Neistin 6

7. Team Klaksvík 0