Selt innbúgv til Glasir fyri 8,6 milliónir krónur

Nema hevur selt nýggja skúlanum 2500 stólar, 800 borð, 550 skáp og reolir og ymiskt annað.

Í vikuni verður nýggi bygningurin hjá miðnámsskúlanum Glasir tikin í brúk, aftaná at Mentamálaráðið í farnu viku fekk handað bygningin frá Landsverk.


Nógv virksemið hevur verið í bygninginum seinastu vikurnar í samband við, at síðsta hond skuldi leggjast á verkið, og ein av teimum fyritøkum, ið hevur havt úr at gera við nýggja bygninginum er Nema, ið vann útboðið sum veitari av innbúgvi. Í tíðindiskrivi í dag upplýsir fyritøkan, at talan er um størsta ordran í søguni hjá fyritøkuni. Ein ordri, ið hevur eitt virði á 8,6 milliónir krónur


- Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt hart við at seta innbúgv uppá pláss, áðrenn Glasir lat upp fyri almenninginum í síðstu viku. Nema hevur leverað áleið 2500 stólar, 800 borð, 550 skáp og reolir og ymiskt annað til Glasir, ið er størsti ordri í søguni hjá Nema innan innbúgv, skrivar felagið.


Júst í Túni Vang er stjóri í Nema og fegnast hann um góða samstarvið við miðnámsskúlan.


- Vit eru glað og takksom fyri møguleikan, og samstarvið við Landsverk, Glasir og aðrar arbeiðstakarar hevur gingið væl, sigur Júst í Túni Vang.