Selt 26 prosent færri bilar higartil í ár

Koronufarsóttin hevur gjørt seg harðliga inn á søluna av nýggjum bilum í Føroyum. Higartil í ár eru seld 26 prosent færri akfør enn sama tíðarskeið í fjør

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni, sum er gjørd upp, nú bilasølan fyri maimánað er endað.

Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør vórðu seld tilsamans 1455 nýggj akfør. Tølini sama tíðarskeið í ár er 1074. Tað er ein afturgongd upp á 381 akfør ella 26,19 prosent.

Í tølum er størsta afturgongdin í søluni av persónbilum. Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør vórðu seldir 1094 nýggir persónbilar. Higartil í ár eru seldir 716. Tað er ein munur upp á 378 bilar ella 34,55 prosent.

Størsta framgongdin er annars í søluni av nýggjum bussum. Higartil í ar eru seldur 26 nýggir bussar ímóti 4 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein framgongd upp á 22 ella 550 prosent. Slík tøl krevja sum vera man eina frágreiðing, og hon er, at bussarnir hjá Bygdaleiðum eru skiftir út.

Men í vørubólkum vøruvognar og viðfestisvognar er eisini framgongd. Fyrstu fimm mánaðirnar í fjør vórðu seldir 64 viðfestisvognar. Í ár er talið 77, ein framgongd upp á 13 ella 20,31 prosent. Vøruvognarnir vóru fyrstu fimm mánaðirnar í fjør 179 í tali. Hesaferð vóru teir 181, ein framgongd upp á tveir ella 1,12 prosent.