Sellafield sleppur at byggja út

Altjóða havrættardómstólurin havnaði írska kravinum um at steðga ætlanunum at byggja tað umstrídda Sellafield-verkið út

 

Tað var í síðsta mánað, at írska stjórnin bað altjóða havrættardómstólin steðga ætlanini hjá bretsku myndugleikunum at byggja kjarnorkuendurvinningarverkið Sellafield út Verkið er á bretsku útnyrðingsstrondini og sostatt ikki langt frá Írlandi.

Stjórnin í London hevur góðkent ætlanina hjá leiðsluni á verkinum, sum hevur gjørt av at lata upp nýggja verksmiðju, sum skal viðgera eina samanrenning av plutonium og utanoksid, tað sonevnda MOX-brennievnið. Eftir ætlanini hjá leiðsluni skal hetta virksemið byrja longu tann 20. desember, men fleiri umhvørvisverndarfelagsskapir hava biðið dómsvaldið steðga ætlanini.

Írska stjórnin heldur fast um, at tann nýggja framleiðslan fer at økja dálkingina í Írska Havinum. Harafturat hevur stjórnin í Dublin víst á vandan fyri einari møguligari yvirgangsatsókn ímóti Sellafield.

Bretska stjórnin sigur hinvegin, at írar hava ikki prógvað, at tann nýggja framleiðslan fer at elva til størri dálking. Bretar siga eisini, at tað fer at fáa stórar búskaparligar avleiðingar, verður raksturin av tí nýggja verkinum útsettur.

Felagið, sum rekur endurvinningarverkið Sellafield, BNFL, sigur, at tað nýggja virksemið ber ikki størri vanda í sær. Leiðslan vísir eisini á, at MOX-brennievnið verður longu nýtt í Týsklandi, Fraklandi, Belgia og í Sveits.