- Kringvarpið dumpar lýsingarprísir fyri útkonkurera Rás2, Dimmalætting, Sosialin og hini bløðini. Hetta er ikki rætt, tí eiga vit at avtaka kringvarpsgjaldið og selja Kringvarpið, segði Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi
Tórbjørn Jaocbsen fór ikki við mýkindum við Kringvarpinum, nú morgunlestrarnir eru á skránni í Løgtinginum. Hann vísir á, at Kringvarpið rættiliga er farið í hernað móti privatu miðlunum við at dumpa lýsingarprísir.
Hann vísti á, avtalað varð í mentanarnevndini, at ongar broytingar skuldu gerast viðíkjandi Kringvarpinum, fyrr enn ein public service avtala varð gjørd millum Kringvarpið og Mentamálaráðið, og hann vísti eisini til avtaluna um at lýsingarnar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast.
- Sjálvandi skal landsstýriskvinnan hava eina meining um hetta, heldur enn bara at vísa til Kringvarpsstýrið, segði Tóbjørn Jacobsen, sum bað Helenu Dam á Neystabø frá løgtingsins røðarapalli um at fáa fingurin úr einum vissum stað og seta Kringvarpið upp á pláss.










