Seljið ikki Føroya Banka ov dýrt

Sjálvandi skal bankin ikki gevast burt, men tað er eins umráðandi, at hann ikki verður seldur dýrari enn hann er verdur, heldur Niels Stórá, stjóri hjá Jákupi á Dul í Íslandi. Tað var eitt drúgt og lívligt orðaskifti á tingi í gjár um søluna av Føroya Banka. Andstøðan hevði sett fram fleiri munnligar fyrispurningar í hesum sambandi, bæði um hvussu sølan skuldi fara fram og um virði bankans.

Ført var fram, at støðan í mangan mun var broytt, sí?ani frágrei?ingin frá Fíggingargrunninum kom í november 2005, frágrei?ingin, ið lá sum grund fyri løgtingssamtyktini um einskiljing av Føroya Banka. Hetta hevur fingið serliga andstøðuna at seta spurnartekin við, um nóg nógv fæst fyri bankan.

Fleiri av andstø?utingmonnunum undraðust á virðismetingina av bankanum, og onkur helt enntá, at bankin tað sama kundi fara í sjálvbodna likviditatión!

Samgongan helt fast við leistin og vardi virðismetingina, samstundis sum hon førdi fram, at prísurin, ið væntandi fekst fyri bankan var nøktandi.

Niels Stórá er ein av stjórunum hjá stóra føroyska vinnulívsmanninum í Íslandi, Jákup á Dul, og hann ræður til, ikki at selja bankan ov dýrt.

- Sjálvandi skal bankin ikki gevast burtur fyri lítið og lætt, men samstundis er tað av stórum týdningi, ikki at selja hann fyri meiri enn tað, hann er verdur, sigur Niels Stórá.

Grundgevingin fyri hesum er, at ver?ur goldin ein ovurprísur, darvar hetta bankanum í at menna seg í sama mun, sum hann kundi við einum »normalum« prísi.

So uttan at leggja seg út í, hvussu bankin er virðismettur, ávarar Niels Stórá altso ímóti at selja bankan ov dýrt.