Selja jólatræ fyri nýtt hús

Hesar komandi dagarnar fara tey í missiónshúsinum á Strondum at selja jólatrø.

Hetta verður gjørt í nánd av missiónshúsinum mitt í bygdini, hvønn dag millum klokkan 17 og 19.

Tey ið keypa eitt jólatræ á hesum staði, eru samstundis við til at stuðla byggingini av nýggjum missiónshúsi í bygdini.

Tey í missiónshúsinum hava í eina tíð arbeitt við eini ætlan um eitt nýtt hús, og hava tí ístaðin keypt ein gamlan handilsbygning í bygdini.

Hesin bygningurin skal takast niður, soleiðis at eitt nýtt missiónshús kann byggjast á hesum staði. Gongst sum ætlað fer arbeiðið í gongd til várs ella summar.