Skotska flogfelagið, sum í summar fer at flúgva millum Aberdeen og Føroyar, byrjar longu 5. desember at selja ferðaseðlar.
Í tíðindaskrivi til skotskar miðlar skrivar felagið, at ferðaseðlar kunnu keypast á www.flybe.com.
– Ferðaseðlar til Føroya verða settir til sølu frá 5. desember 2016 – vit bíða bara eftir góðkenning frá føroyskum myndugleikum, sigur felagið.










